Um okkumFamiljan Leitisstein hevur drúgvar royndir innan vatn, hita og sanitet. Faðir til Zacharias Leitisstein, Aksel Leitisstein (føddur 17. juni 1900), var nevniliga rør- og blikksmiðjur, og byrjaði í læru hjá Nyholm Debes, Tórshavn, í 1919. Brøðurnir Rúni- og Atle Leitisstein reka í dag P/F Zacharias Leitisstein saman við faðirinum, og sostatt heldur langi arbeiðssiðurin fram við triðja ættarliðnum. Zacharias Leitisstein byrjaði virksemi sítt í Runavík í 1959. Fyrstu tíðina var arbeitt í leigaðum hølum.
Í 1960 vóru sethús bygd á Heiðavegi 10, og verkstaður var innrættaður í kjallaranum Umstøðurnar gjørdust enn betri í 1972, tá ið nýggjur verkstaður var bygdur beint omanfyri sethúsini á Heiðavegi 10. Í 1981 var virkið umskipað til partafelag. Partapeningur var 500.000 krónur. Tá ið umstøðurnar á verkstaðnum á Heiðavegi 10 vóru heldur trongar, var avgjørt at byggja nýggjan verkstað sama ár, sum partafelagið sá dagsins ljós. Nýggju hølini vóru á Mylnuvegi 1, og umframt verkstað var eisini handil innrættaður. Í 2005 stóð nýggja virkishúsið hjá P/F Zacharias Leitisstein liðugt á Rituvíkar Hálsi. Hesin nýtímans bygningur er umleið 1000 fermetrar til støddar. Bygningurin verður brúktur sum verkstaður hjá fyritøkuni. |
Verkætlanir
|