Grøn orkuloysn til eldrasambýlið á Skála

October 12, 2025

Vit hava í dag handað eina grøna orkuloysn til eldrasambýlið á Skála.

Roðin hevur við eldrasambýlinum á Skála, tikið eitt týdningarmikið stig í grøna orkuskiftinum.

Við hesi verkætlan, vil eldrasambýlið á Skála ikki bert spara orku, men eisini verða ein framsøkin partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum. Vit fegnast um at enn einaferð vera við til at leggja lunnar undir eina burðardygga framtíð, og skapa møguleikar fyri grønum orkuloysnum.

Skipanin, ið vit hava veitt, er ein luft til vatn skipan frá 𝐈𝐆𝐋𝐔-𝐓𝐞𝐜𝐡. Hesar hava roynst sera væl í tí Føroyska veðurlagnum. Skipanirnar eru rættiliga effektivar og orkusparandi. Tann tøkniligi útbúnaðurin í skipanunum er sera framkomin, og vit kunnu bæði servisera skipanirnar á staðnum og ígjøgnum fjarsupport.

Vit bjóða ein høgan førleika og veita og seta upp skipanir, ið gagna kundunum, eisini fíggjarliga, og bjóða eisini tænastusáttmálar í hesum sambandi.

Okkara arbeiðsstaður er í Runavík, og hava higartil veitt orkuskipanir til landsstovnar, kommunur, privatu vinnuna og privatfólk, og vit koyra fegnir út um landið við okkara vitan og bjóða okkum fram til tey, ið hava tørv á okkara tænastum.